Tað eru nú nøkur og 50 ár síðani, at tær fyrstu Beatles pláturnar komu út - og við teimum varð tónleikaheimurin ongantíð tann sami aftur.
Danmarks Radio markeraði 50 árið fyri fyrstu Beatles útgávuna við eini sjónvarpsrøð í 20 pørtum, har bjóðað varð inn í musikalsku tónasmiðjuna hjá beatlunum.
Nú koma tey trý, ið luttóku í sendirøðini, til Føroya. Saman kalla tey seg fyri "Beatles Forever Live", og fara tey at hava tvær konsertir á Reinsarínum í døgunum 24. og 25. august.
Guitaristurin Søren Bødker Madsen, sangarindan Karoline Budtz, og Per Wium, ið er serkønur í tónleikinum hjá Beatles, fara bjóða inn til eina hugnaliga løtu í musikalsku Beatles tónasmiðjuni við tulkingum av - og søgum um teir ódeyðiligu Beatles sangirnar.
Guitaristurin Søren Bødker Madsen er útbúgvin á Jyska Musikkonservatoriunum, umframt í Basel og Wien. Hann hevur vunnið altjóða guitarkappingar, givið út 15 fløgur, og hevur stórt konsert virksemi bæði í Danmark og í øðrum londum.
Karoline Budtz er útbúgvin sum rytmiskur sangari á Jyska Musikkonservatoriunum. Hon fevnir víða sum sangari, og syngur m.a. bæði í jazz klubbum og kirkjum.
Per Wium hevur fyrilestrar og skrivar um the Beatles. Hann fokuserar á tónleik og sangskriving teirra. Per Wium luttekur javnan í ymiskum Beatles tiltøkum í Danmark og aðrastaðni. Harumframt er hann sjálvur tónleikari, og hevur m.a. spælt við C.V. Jørgensen og Lotte Rømer.
Kringvarp Føroya fer, eins og stóru sjónvarpsrásirnar í øllum hinum norðurlondunm at visa sendirøðina. Nær KVF fer at visa sendingarnar vita vit ikki enn, men mikudagin tann 24. august og hósdagin tann 25. august verður, sum longu nevnt, møguleiki at hoyra tey trý live á Reinsarínum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo