Seinastu árini hevur Gunnar K. Nattestad í Sandavági verið formaður fyri landstoymið, men hann hevur nú boðað frá, at hann leggur formanssessin frá sær um ársskiftið og fer úr landstoyminum eftir sjómanskvinnustevnuna fram móti sumri næsta ár.
Gunnar sigur, at arbeiðið í sjómansmissiónini hevur verið sera spennandi og gevandi, og at tað tí er við ikki sørt av sorgblídni, at hann hevur tikið hesa støðuna, skrivar Trúboðin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo