Í nýggjum uppslagi hjá Sosialistisk Ung (SU), verður víst á, at ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum ikki stuðlar verjufelagsskapinum NATO.
Tað stendur m.a.:
“SU tekur ikki undir við at samstarva við NATO. NATO er ein leivd av Kalda Krígnum sum hevur til endamáls at varðveita evropeiska harðræði.”
Hetta er ein hugstoytandi og púra óskiljandi útsøgn frá Sosialistisk Ung, og vónandi er hetta ikki linjan hjá Javnaðarflokkinum, ið situr fyri borðendan í landsins leiðslu í dag!
Sjálvandi skulu vit samstarva við Vesturheimin og okkara sameindu, tá tað viðvíkur trygdar- og verjupolitikkinum hjá ríkinum. Týdningurin av at vera partur av eini verjusamgongu er av alstórum týdningi í hesum ótryggu tíðum, har frælsissúlurnar í Evropa eru stoyttar av russisku innrásini í Ukraina.
Tað er ikki einans eitt val vit taka, men okkara ábyrgd, sum borgarar í tí fría heiminum.
Vegna nevndina í Unga Samband,
Alvi Jespersen,
formaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo