Sunnudagin 1. septembur 2024 verður forkunnugt tiltak og sangløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði kl. 17.00.
Í ár eru 100 ár síðani, at húsini Siloa og Thabor blivu bygd. Síðani tá hevur Siloa bygt nýggj hús, og Thabor bleiv útbygt í 1979.
Á tiltakinum sunnudagin fara Jógvan á Lakjuni og Kristian Martin Petersen at halda hvør sín fyrilestur um virksemið og søguna hjá báðum samkomunum.
Uml. kl. 18.00 bjóða vit ein drekkamunn, og so verður “Syngið við” sangløta og andakt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo