Tórshavnar Kommuna: Tað verður listakvinnan Silja Strøm, sum skal listprýða nýggja langhylin í Gundadali.
Sum ung svam Silja Strøm nógv, og hetta hevur eisini givið íblástur til listaverkið.
“Verkið hjá mær flytur seg millum jarðbundin motiv og leysari myndir. Kroppar eru defineraðir tættari at hvør øðrum. Har eru áskoðarar, fjepparar, fólk, ið stuttleika sær. Mosi í mynstrum og grót. Síðani eru flótandi, sveimandi kroppar. Ljósreflektiónir, aldur og streymur eru rundan um fólkini, ið bera meira kensluborðin og innanvend brá,” sigur Silja Strøm, listakvinna um listaverkið.
Silja Strøm er úr Vestmanna. Hon er útbúgvin á The Glasgow School of Art. Hon býr í London, men arbeiðir nógv í Føroyum.
Silja Strøm hevur havt nógvar framsýningar úti og heima m.a. serframsýningina Listaleikir á Listasavni Føroya í 2019. Hon var somuleiðis við til at prýða nýggju politistøðina í Havn í 2021.
Eftir ætlan letur langhylurin í Gundadali upp seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo