Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Durita Hummeland verður við frá byrjan ímóti Montenegro - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Durita Hummeland verður við frá byrjan ímóti Montenegro - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Durita Hummeland verður við frá byrjan ímóti Montenegro - Mynd: Jakoba Svensdóttir

FSF: Í dag klokkan 15:30 fer føroyska kvinnulandsliðið á vøllin aftur, tá Montenegro tekur ímóti á Gradski Stadion í Podgorica.

Talan er um annað umfar í undankappingini til EM 2025, og fyri okkara kvinnur ræður um at reisa seg eftir tepra tapið fyri Grikkalandi fyri fýra døgum síðani, og ósigrarnar móti júst Montenegro í fjør, tá Føroyar og Montenegro vóru í sama bólki í Nations League.

Undan dystinum í dag hevur landsliðsvenjarin, Signe Pries Andersen gjørt tríggjar broytingar millum tær fyrstu ellivu, ið verða sendar á vøllin frá byrjan, samanborið við dystin móti grikkum farna leygardag.

Eyðgerð Mikkelsen verður í mál, og verjuna manna Jensa Tórolvsdóttir, Sara Samson Lamhauge, Birita Ryan, Durita Hummeland og Ásla Johannesen. Á miðvøllinum frá byrjan vera Eyðvør Klakstein, Rúna Jacobsen, Sunniva Willemoes og Heidi Sevdal, og fremst verður Malena Olsen.

EM-undankappingardysturin millum Montenegro og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo