Siðuligt og hugnaligt tiltak í góðum veðri var á Vaglinum í dag seinnapartin.
Tiltakið kallaðist "Standa fyri lívi" og sambært fyriskiparunum fyri at vísa, at "vit ynskja øllum børnum tann mest grundleggjandi rættin og ta allarbestu gávuna – lívið."
Góður tónleikur var við Bárður á Lakjuni og Heina Lützen + felagssangur. Dina Jensdóttir Norðberg helt røðu.
Sera nógv fólk var komið saman á Vaglinum, hóast tað sirmaði líka til tiltakið byrjaði.
Ein lítil pro-fosturtøku-bólkur órógvaði eitt sindur við tónleiki, men løgreglan fekk tey at skrúva fyri.
Kaffi, te og køkur og hugni var aftaná.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo