Eysturkommuna: Í samband við síðsta starvsdag hjá Måns Persson, skipaði Eysturkommuna fyri samkomu á Bátasavninum í Leirvík.
Á hugnaligu samkomuni helt Jóhan Christiansen, borgarstjóri, takkarrøðu og handaði Måns ein málning. Harumframt hildu Sørin Djurhuus, brunaumsjónarmaður, og Andreas Andreas, tekniskur leiðari, eisini røðu.
Måns Persson bleiv settur sum kommunuskrivari i í Gøtu kommunu tann 1. Juli 1983, og kom yvir í samanløgdu Eysturkommunu í 2009.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo