Triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum bjóðar gott veður, amerikanska superbólkin Toto og eina drúgva skrá við føroyskum bólkum.
Fyrireikararnir av Summar Festivalinum rokna við sera nógvum fólki á festivalinum í kvøld – ikki minst til konsertina við Toto, sum byrjar kl 22.00.
– Konsertin við Toto verður ein av størstu konsertunum, sum hevur verið á Summar Festivalinum, og tí heita vit á fólk um at koma á festivalin í góðari tíð. So kunnu fólk sleppa inn á økið og á Vagsbø uttan hóvasták, áðrenn konsertin byrjar, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
Fyrsta konsertin á Summar Festivalin í dag verður við Kristinu Bærendsen, sum skal spæla kl 16.00. Í kvøld ber eisini til at hoyra bólkar sum Anfinn & Co., Páll Finnur Páll, Guðrið Hansdóttir, Kára P, Eyðun Nolsøe og fleiri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo