Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eysturoyar Seyðahundafelag:  Nú er aftur tíð hjá seyðahundunum at reka seyð bæði í fjøllum og á traðum.

Eysturoyar Seyðahundafelag skipar fyri kappingarársins fyrstu kapping, um vikuskiftið, tað er leygardagin og sunnudagin.

Summir av luttakarunum eru júst komnir aftur úr útlondum, eftir at hava umboða landið til bæði EM og NM, so hesum luttakarum skal man halda eyga við, um man vil koma ein tú forbí at hyggja.

Áðurnevndu luttakarar er Tummas Jacobsen, Anna Sofía, Ketty Winther og Jónstein Petersen.

Spennandi er at vita, um hesi klára at halda støði, og aftur í ár kempa seg til eitt pláss landsliðnum.

Tað eru 21 hundar á tekningarlistanum til klassa 3, so tað veður hørð kapping. Við øllum ymisku torleika bólkunum, eru tilsamans 28 hundar, sum koma at royna seg.

Startlistin er at finna á Facebook bólkinum (Eysturoyar Seyðahundafelag).

Kappingin hetta vikuskiftið er fyrsta av 7 kappingum í FM.

Øll eru vælkomin forbí at hyggja.

Kappinginverður hildin Millum Fjarða, við vegin til Funningsfjørð.

Kappingin byrjar kl. 08:30 leygardagin og kl. 09:00 sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo