Skúlablaðið: Halda skúlamyndugleikarnir, at setursskúlar eru týdningarmiklir, tá ið talan er um trivnað, so eiga teir at játta fígging serstakt til tað. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen.
- Virðið í at kunna fara útferð, túr ella líknandi er nógv størri, enn vit kanska gruna. Sum skipanin er nú, fáa skúlarnir játtað tímar til setursskúla til triðja hvønn árgang; og so verður sagt, at skúlarnir kunnu raðfesta innan fyri játtanina hjá skúlanum, um fleiri árgangir skulu fara. Veruleikin er bara tann, at játtanin hjá skúlunum er so tepur og bundin av lógarkravdum uppgávum, at har er einki rásarúm at raðfesta og løna fleiri lærarum at fara á setursskúla við sínum flokki. Tað er ógvuliga spell, tí setursskúlin er eitt gott og hent amboð hjá lærarum at samansjóða næmingar og arbeiða við trivnaði; tað minnast mong okkara øll frá okkara skúlatíð. Tí átti tað at verið fastur táttur í øllum árgangum at farið á setursskúla eina ferð um árið. Tað átti at verið ein serstøk játtan til setursskúla, og tann játtanin er ikki verið so stór í samlaða roknistykkinum.
Amboðini, sum flokslærarin ella lærarin hevur at arbeiða við trivnaði, eru átøk, so sum hugnakvøld, setursskúlar, útferð og hugni av ymiskum slagi, men karmarnir at kunna bera so á, at tað ber til at skipa hesi tiltøkini, eru avmarkaðir.
- Skal lærarin gera alt tað, hann metir er neyðugt at fáa næmingarnar at trívast, so má hann taka tíð frá øðrum, so sum fakligu undirvísingini. Vanliga tekur hann eisini tíðina frá teimum lærugreinum, hann annars hevur næmingarnar í. Hevði floksins tími verið, so hevði lærarin kunnað brúkt henda tíman í samlaða arbeiðinum, og ikki sum nú skavað frá øðrum tímum, til dømis at fara útferð við flokkinum, tá ið veðrið er til vildar. Útferðin kann hava eittans tað endamál at vera saman, hugna sær sum flokkur og hava tað gott. At arbeiða við relatiónunum millum næmingarnar ber ofta betur til, um tú sleppur tær burtur úr tí vanligu skúlastøðuni. Tá finna næmingar øðrvísi saman enn teir gera í undirvísingarstøðuni, og tað kveikir nýggj sambond og stuðlar undir trivnaðin.
Les alla greinina í Skúlablað nr 2, 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo