Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu tit, sum eru komin her saman við mær í dag!

Í góðveðrinum 19.apríl 2019, helt eg eina røðu á einum av veðurlagsverkføllunum, beint her á Speakers Corner, sum vit nú aftur standa!

Og til at seta eina Umhvørvisviku er væl lov at endurnýta! Eg segði í tí røðuni nøkur orð um eitt sera høgt sett mál, sum eg droymdi um tá. Nú, er málið ikki so fjart, og alt byrjar við at seta sær eitt mál, tí vil eg deila hesi orð við tykkum aftur.  

Orðini ljóða soleiðis: 

 Kommunala brennistøðin hoknar undan og brennir meir enn 97% av sínum kapasiteti og brennir næstan hvønn dag og hvørja nátt. 

Loysnin, ið arbeitt verður við, er at byggja brennistøð, sum kann brenna enn meir, tí vøksturin á okkara burturkasti gongur liniert beint upp, eini 2,5% hvørt ár. 

Hví ikki heldur politiskt taka støðu til, at vit minka burturkasti við eini 20% ella kanska heili 50%! ”. 

So kunnu vit byggja ein nógv minni og bíligari brennistøð. 

 Síðani tá eri eg komin nærri at ábyrgdini av brennistøðini, sum forkvinna í Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu. 

Í desember 2020 gjørdi SMJ ráðgevingarfyritøkan eina frágreiðing fyri Tórshavnar kommunu og bilsin og glað varð eg, tá tey komu til ta niðurstøðu, at við at skilja og endurvinna meir, kunna vit brenna umleið 50% minni! 

Eg, sum helt at 50% var eitt fjart og sera høgtsett mál, vísir seg als ikki at verða tað, um vit gera tað við skili, og í felag.  

Sostatt er mín arbeiðssetningur, sum forkvinna fyri umhvørvisnevndina sera greiður.   

Eg havi fingið álitið at loysa eina av stóru kommunalu uppgávum í nýggjari tíð, sum er at dagføra brennistøðina, endurnýtsluna og skiljing av burturkasti. 

Hvussu ætli eg mær at loysa hesa uppgávu?  

Fyrst og fremst, so geri eg einki einsamøll, hettar er okkara felags!

Fyrst skal alt endurfeingiøkið talast upp og viðurkennast, sum eitt tað týdningarmesta øki og arbeiðspláss í kommununi. Tey fólk, sum hava sína dagligu gongd á Endurnýtsluni, brennistøðini, tyrvingarplássinum, í innsavningini, tey sum rudda gøturnar og sópa vegirnir, øll tit skula hava hjartans tøkk. Tykkara arbeiði er ikki bert neyðugt, men eisini tann týdningarmiklasti liðurin í, at gera tað møguligt at skilja og røkka málunum.   

Harnæst skula vit fara betri við brennistøðini viðlíkahalda og ikki koyra hana so hart, tí at brenna nærum 100% hvønn dag, tað slítir so mikið, at tað minkar um livitíðina fleiri ár. Ein nýggj brennistøð kostar hálva milliard, so nógv er at spara!

Triðja er ein skiljihøll. Arbeiði er farið í gongd, so eitt nú gott byggitilfar, sum leypir av hjá byggivinnuni, ikki endar í ovninum. Gleðiligt er, at byggifyritøkurnar sjálvar gera vart við, at her má okkurt henda - tær vilja ikki hava hetta sitandi á sær. Og - tað vil eg heldur ikki! Vónandi stendur skiljihøllin klár um stutta tíð, við uppbakking frá bæði kommunu, vinnu og landi.  

Fjórða er møguleikin at sleppa at skilja og lættliga sleppa av við endurfeingi! - Arbeiði við endurnýtslustøðum, sum vit settu í gongd í fjør er á arbeiðsboðinum. Tær verða vónandi veruleiki í nærmastu framtíð. 

Innsavningin skal bjóðast út í næsta ár. Tí er møguleikin nú, at betra um skiljingina við hús. 

Í Danmark skilja heimini í 10 ymsar flokkar.  Í Føroyum skula vit finna eina loysn, ið gevur meining fyri okkum, tí vit hava aðrar avbjóðingar, sum so geva aðar møguleikar! 

Tað er nógv, sum skal gerast á náttúru- og umhvørvisøkinum, og eg kenni meg hepnan, júst at fáa hendan postin, sum eg setti mær fyri í 2012 at fáa.

Vit fara í næstum, at bjóða vinnu, bygdunum og borgarum til verkstovur, tí nú skal umhvørvispolitikkurin “Grøna leiðin” endurskoðast. 

Vit eru býráð fyri borgaran. Umhvørvi er okkara felags, og tí skula øll sjálvandi eiga ein lut í politikkinum.    

Kæru náttúrufólk, urtagarðsfólk, innløgufólk, bóndar, veltingarfólk. Kæru áhoyrarar!

Ein av áðurnevndu 10 endurfeingisflokkunum er matur og annað lívrunnið endurfeingi. Mett er, at umleið ¼ av øllum tí vit brenna er matur!

Lætta loysnin er tí at steðga matoysli. Tó so verður tað altíð nakað av lívrunnum kommunan skal taka sær av, og júst er lívrunnið tann flokkurin, sum krevur eina geniala “out of the box” loysn! - Orsøkinar eru avbjóðingarnar m.a. við ridluskriða, 21.dagsregluna, skiljing og sjálv innsavningin.

Vit hava loyst størri avbjóðingar áður, og mín vón er, at vit í felag finna eina loysn uppá hetta!  

Matoysl er júst yvirskriftini fyri hesa Umhvørvisvikuna, vit nú fara í holt við. Ella rættari sagt “Steðgið matoyðsli!”

Tað gevur jú ikki meining, og tað vita vit øll - at vit nýta orku at brenna mat, heldur enn at nýta matin at forbrenna og FÁA orku frá! 

Umframt at vit nýta brennistøðina at beina fyri mati, vit ikki eta, so hava vit longu nýtt nógva orku at gera henda mat. Orku - og pláss! Taka vit klótuna sum heild, so verður helvtin av lendinum brúkt til landbúnað. Og meir enn tveir triðingar av hesum dyrkaða lendinum fer til at framleiða fóður til neyt og onnur kríatúr, tí vit heldur vilja hava kjøt og mjólk enn grýn og korn at eta. 

At hyggja gjølla at, hvussu vit minka um matburturkastið, hevði tí gjørt stóran mun fyri, hvussu nógvar munnar klótan kann metta, og hvussu stórt trýst vit leggja á náttúruna. 

Tað góða er, at vit kunnu øll vera við til at loysa trupulleikan! Vit nýtast ikki at bíða eftir politiskum loysnum ella stórum íløgum. Vit kunnu byrja heima hjá okkum sjálvum.

Tá vit hyggja rundan um okkum her á matmarknaðinum, tykist tað heilt óhugsandi, at nakað av hesum góða, stuttflutta mati, gjørdur við nærlagni og kærleika, skal enda sum rusk. Men hagtøl vísa, at ein TRIÐINGUR av matinum, sum verður framleiddur í heiminum, endar sum rusk. Óetin, burturblakaður áðrenn nakar fekk gleði av honum. Tað er hetta, sum má steðga. 

Stuttflutt og føroysk framleiðsla
Plantupakkarnir, sum vit fáa í dag, koma frá Gróðurstøðini og frá S/pf Havin. Bæði hesi skulu eiga stórt rós. Gróðurstøðin hevur í mong ár alt plantur til føroyska veðurlagið og lendið, og hevur eina stóra vitan um viðavøkstur, sum bæði urtagarðsfólk og garðyrkisfólk kunnu gagnnýta. Havin hevur seinastu árini gjørt eitt stórt arbeiði at framleiða føroyskar plantur í vakstrarhúsinum í Sandavági. Túsundavís av plantum eru komnar burtur úr "ókrúti og óruddi", sum tey hava tikið við sær, tá tey hava verið úti um landið og rudda urtagarðar. Føroyskar plantur í føroyskari mold - tað er skilagott í mun til at keypa stuttflutt, og í mun til at verja okkara náttúru móti innræsnum djóra- og plantusløgum. 

Mín dreymur er, at nú Húsahagi verður niðurlagt sum tyrvingarpláss í komandi ári, at Húsahagi skal blíva ein stoltleiki og sólskynssøga, har garðyrkisvinnan og kommunan ganga saman, fyri at tryggja sjálvbjargni í mold og flis.

Endurfeingi og hótt móðurmál
Í røðuni á setanini í fjør, tók eg fyri fyrstuferð orði ‘endurfeingi’ í nýtslu.
Endurfeingi varð eitt uppskot, eg fekk frá Málstovuni, sum eg hevði sett stevnu, tí eg helt, at orðið ‘burturkast’, sum sambært Sprotanum merkir ‘nyttuleysur lutur (ið verður kastaður burtur), rusk’, skurraði illa í oyrunum, og at innihaldið í orðinum helt ikki stikk, við sirkuleru hugsanina, tí hvar er ‘burtur’?

Eg spurdi Málstovuna, um tey kundu koma við einum orði, ið kundi brúkast fyri: ‘Lutur úr ráðevnum úr náttúruni, ráðevnir, ið kunna endurnýtast ella endurvinnast! Lutur til láns!’.

Tey vendu skjótt aftur við samansetta orðinum av ‘ENDUR’, sum er merkir: ‘okkurt ið gongur aftur, heldur áfram’ og av ‘FEINGI’, ið merkir: ‘vøra’

Fyri mær, eitt vakurt orð, har tað liggur ein sirkulerur hugburður í orðinum og eitt virði, og sum eg vóni, at fólk fara at taka undir við.

Málið skapar heimin, tað skapar okkum sum menniskju, sum felagsskap, sum samfelag, sum tjóð. Í málinum liggur ein hugburður og kenslur, tí er tað av stórum týdningi, at vit í okkara máli, hava orð, ið rúma og endurgeva tað vit ynskja at samskifta. 

Viðvíkandi orðinum ‘burturkast’, so vil eg mæla til, at vit taka tað, og blaka tað burtur - Ella, so kunna vit endurvinna tað, við at breiðka merkingina!

Nú vit eru inni á okkara kæra móðurmáli, kann eg ikki lata verða við at nevna innslagið í KVF í vikuni, um at 25-30% av børnunum tosa enskt sínamillum, og at fjórða hvørt barn hevur valt sær enskt sum fyrstamál. Hjá hesum børnum er føroyskt eitt fremmant mál, ið tey skulu læra," staðfestir ein royndur lærari.

Vit skula elska og fjálga um okkara móðurmál, eins og okkara náttúru. Sum fólk og tjóð, er móðurmálið grundarsteinurin, harúr sálin og mentanin grør. Tí má politiska skipanin bretta upp ermar, taka ábyrgd og skapa gróðrarlíkindi, treytir og trivna fyri okkara kæra móðurmáli.

Tá tað kemur til mat, hava vit ovmikið av jaligum orðingum um hetta at duga at drýggja, spara, fáa til høldar, halda hús! Tí tað hevur altíð verið ein dygd. Tað ER ikki langt síðani, at vit dugdu hetta, øll somul. 

Innløgumentan
Onkur altjóða stovnur mælir til, at eitt húski eigur at eiga mat til 14 dagar inni. Í stórbýum kring okkum, hava flest húski bert nógv nógvan mat til nakrar heilt fáar dagar, umframt at tey hava ikki førleikar ella møguleikar at fara út í náttúrina eftir mati. 

Okkara innløgumentan er tíbetri ikki heilt farin, so sum hon er aðrastaðir, og tí høvdu flestu føroyingar klárða seg í sera langa tíð! -  Innløgumentanina hava vit tíbetri ikki bert tikið fyri givið, nógv hava arbeitt miðvíst við at varðveita. Nógv tykkara, ið hava básar eru við til at halda lív í hesum, takk fyri tað. 

Okkum nýtist ikki at uppfinna so øgiliga serlig alternativ fyri at minka munandi um matoyðslið. Taka tað, sum vit hava brúk fyri, og ikki meir. Og brúka alt, sum vit taka! Brúka seyðarhøvdini, toskalivrarnar, eplini frá í gjár - og teposan umaftur :)

Hvørt heyst er kjak um, hvat vit skulu gera við trupulleikan, at so nógv avroð av seyði enda á brennistøðunum. Og tað ER ein trupulleiki, sum vit eiga at loysa. Men kanska kunnu vit samstundis hyggja at, hvussu nógv av grísakjøti, oksakjøti og høsnarunga vit hvør sær tveita burtur - tí fakta er, at nógv tann størsti parturin av kjøtinum, vit eta, er innflutt, og av grísi, neyti og flogfenaði, og ongastaðni meir enn í høvuðsstaðnum.  

Sjálvbjargni gevur frælsi
Í vikuni, sum kemur, er millum annað ein verkstova, sum snýr seg um at útnytta tarvkálvar. Jóhan Fagraklett kann vera errin av síni verkætlan í Gásadali, har hann hevur tarvkálvar, sum annars høvdu verið dripnir og burturbeindir, so skjótt teir komu í verðina, gangandi. Okkum tørvar meir av slíkum hugskotum, sum verða til veruleika, so sjón gongur fyri søgn  - tað BER til! 

Ein eldri kona í familjuni plagdi at siga, tá onkur ætlaði at blaka okkurt nýtiligt burtur, at “Hettar er gott at eiga, um tað verður kríggj." 

Eldra generatiónin hevur upplivað kríggj og krígsótta fyrr, og hava nógv teirra heilt øðrvísi hugsan um sjálvbjargni og at goyma enn seinnu ættarliðini. Tí tey hava tíbetri verið spard, fyri hóttaninar um kjarnorkuvápn og heimskríggj, sum vit ræddust undir kalda krígnum. Vit eru tíverri aftur har, við ótta og við tonkum um, hvussu vit skulu klára okkum, um hetta verður verri... Men lat okkum taka tær góðu løturnar sum tær eru, njóta sólskinið og gleðina um lívið. Eisini um vit vita, at onnur ikki kunnu tað. Ella nettupp tí. Lat okkum seta prís upp á privilegiið at hava tað, vit hava. Frið og frælsi. Sum Michael Wiehe sigur tað - tú er tað dýrasta á foldum. 

Í vikuni sóust myndir av ukreinskum bónda, sum settist í traktorin og fór út á bøin - í hjálmi og skottryggum vesti. Vit kunnu gleðast um, at vit hava fingið eyguni upp fyri, at eisini vit kunnu eta tey epli, vit sjálv hava velt, og at vit kunnu gera tað í friði og náðum. 

Við hesum, bæði nýggjum og endurnýttum orðum, vil eg seta umhvørrvisvikuna 2022.

Takk fyri

Bjørg Dam

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo