Javni & Down Syndrom bólkurin: Í dag, 21. mars, er altjóða Down Syndrom dagur. Javni og føroyski Down Syndrom bólkurin bjóða í hesum sambandi øllum til eina hugnaliga løtu á Reinsaríðnum í Havn millum klokkan 16 og 18.30. Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD, fer at siga nøkur orð, og klovnurin BUBU kemur á gátt. Vit bjóða ein drekkamunn og okkurt gott afturvið – og vit vóna at NÓGV fólk koma framvið.
Nú er tað næstan blivin siðvenja hjá okkum at mála neglirnar bláar 21.mars fyri at stuðla degnum. Tað gleðast vit um, og tað fløvar. Aðrastaðni í heiminum fara tey í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við dagin. Hetta er ikki so sjónligt hjá okkum, tí vit hesa ársins tíð eru so væl ílatin. Tí hava vit avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum. Vit vilja við bláa neglalakkinum gera vart við, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið, og hava somu rættindi í samfelagnum sum øll onnur. Og tí fara vit aftur í ár at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er BLÁTT.
Í altjóða høpi er slagsetningurin fyri Down syndrom dagin ‘Leave no one behind’ – ‘Set ongan eftir’. Setningurin tekur støði í verðinsmálunum hjá ST frá 2015, har heitt verður á heimsins tjóðir um at seta greið og burðardygg menningarmál fyri komandi árini, sum skulu vera til gagns fyri bæði menniskju og náttúru, soleiðis at vit øll fáa ein betur heim at liva í. Málini venda sær ímóti teimum avbjóðingum vit standa fyri framman, so sum fátækradømi, diskriminering, dálking, friði og rættvísi – bara fyri at nevna nøkur – og málini eru galdandi fyri okkum øll - eingin skal verða settur eftir!
Fólk við Down Syndromi hava somu dreymar sum tú og eg. Ynskja at vera partur av felagsskapinum, vera við í tí sum fyriferst í samfelagnum, dyrka síni áhugamál, ferðast, fáa eina útbúgving, eitt starv, egið heim, hava vinir, ein maka – ynskja at verða vird, hoyrd, ráða sær sjálvum, og liva eitt gott lív. Tey skulu ikki setast eftir.
Tiltakið á Reinsaríðnum er ókeypis, og vit gleða okkum til at fáa nógv fólk á gátt í dag, hósdagin 21. mars millum kl. 16 og 18.30.
Skrá
Kl. 16.00 Dagurin verður settur
Kl. 16.15 Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD
Kl. 17.00 Bubu vitjar
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo