Vinnuhúsið: Semingsstovnurin hevur beint eftir midnátt handað triðja semingsuppskotið í samráðingunum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya.
Báðir partar hava tikið undir við uppskotinum.
Talan er um ein 1-ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. apríl 2018 til 31. mars 2019. Semjan partanna millum hevur við sær eina lønarhækking á 2,3 %, umframt ávísar tillagingar í arbeiðsskipanini hjá flogmonnunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo