Seinastu tíðina hevur nevndin verið í samráðingum við arbeiðsgevararnar.
Okkara mál hevur verið, at gera ítøkiligar batar á lønina, sáttmálaviðurskiftir, so sum skipan av arbeiðinum, og arbeiðsumstøðunum sum heild.
Vit koma ikki á mál við hesum og hava sent boð eftir semingsstovninum.
Vit skulu leggja dent á, at so leingi sum ein roynd verður at gera nýggjan sáttmála, so verða eingin stríðsstig tikin víðari.
FØROYA PEDAGOGFELAG
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo