Í tíðarskeiðinum 10. til 21. august eru funnir seks tilburðir av nýggja koronavariantinum BA.2.86, skrivar Statens Serum Institut á X.
Sostatt eru funnir tveir tilburðir afturat av variantinum, sum er nógv øðrvísi enn teir variantar, sum granskarar hava sæð seinasta árið.
Úr Kanada og Svøríki frættist í dag, at har eru eisini fyrstu tilburðirnir staðfestir, skrivar TV 2.
New Danish data release of 185 SARS-CoV-2 sequences includes 6 new BA.2.86 variants sampled between August 10thand August 21st Epidemiological and clinical data are being investigated.
— Statens Serum Inst. (@SSI_dk) August 30, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo