Havfrúgvin - nýskrivaða stórverkið eftir Jóanes Nielsen - hevur nú spælt í góðar 3 vikur fyri fullsettum húsum. Nú verður farið undir seinastu sýningarnar, áðrenn stórfingna pallmyndin hjá Sámal Blak verður tikin niður og pláss verður gjørt til næstu verkætlan.
Leikurin er bæði blivin róstur, kritiseraður, elskaður og endavendur av áskoðarum og ummælarum.
“Og júst tá er leiklistin best. Tá hon skapar øsing, kjak og sterkar kenslur hjá áskoðarunum”, sigur Jenny Petersen, stjóri á Tjóðpallinum.
Leikstjóri er Eyðun Johannessen og á leikaralistanum eru millum onnur Hjálmar Dam, Annika Johannessen, Beinta Clothier, Súsanna Tórgarð og Páll Danielsen.
“Bæði Jóanes og Eyðun eru í toppformi, leikurin er fullur av poesi og av stuttligum one-line´arum, sum sita ómetaliga væl og sum raka beint á nútíðarsamfelagið og nútíðaráskoðaran”, sigur Kinna Poulsen m.a. í sínum ummæli av leikinum.
Umleið 2000 áskoðarar hava higartil sæð leikin. Spælt verður týsdagin, mikudagin, hósdagin og seinasta sýning verður fríggjadagin 14. oktober. So nú ræður um hjá teimum, ið enn ikki hava sæð leikin, at skunda sær, um henda stórfingna upplivingin ikki skal fara aftur við borðinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo