Dráttur hevur leikt seg í steypafinaluna í flogbólti. Bragdið varð staðfest, tá tær vunnu 4. Settið á Mjølni 25-16, og harvið dystin 3-1.
Samanumtikið ein uppiborðin sigur.
Mótstøðuliðið í finaluni verður Fleyr, sum fyrr í dag vann 3-1 á TB.
Hini settini endaður:
19-25
25-17.
25-21.
Næsti dystur á skránni er dysturin millummansliðini hjá ÍF og Mjølni. Hesin byrjar umleið kl. 17,15
Dystarskrá:
17,00 ÍF – Mjølnir (menn)
19,00 SÍ b – SÍ a (menn)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo