Wolverhampton og venjarin Nuno Espírito Santo enda samstarvið, tá ið henda sesongin er av.
Tað merkir at hann verður venjari hjá Wolves seinastu ferð í heimadystinum móti Manchester United sunnudagin.
Portugisarin kom til Wolves í 2017, og førdi liðið upp í Premier League, har liðið fekk eitt sjeyndapláss fyrstu sesongina. Síðani hevur Wolves millum annað leikt kvartfinalu í Europa League, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo