Freistin at melda til Ung í arbeiði er í dag á middegi 6. juni kl 12:00. Skráset teg HER.
Tey fyrstu fara til verka 26. juni og arbeiða til 7. juli, og seinna tíðarskeiðið er frá 10.-21. juli.
Tilboðið er galdandi fyri ungdómar í Tórshavnar kommunu, sum eru millum 14 og 16 ár. Í 2017 er kravið, at umsøkjarin er blivin 14 ár 26. juni, men ikki 17 ár 21. juli.
Arbeiðsdagarnir eru 8 tímar frá kl. 8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðarafelag.
Til ber framvegis at skráseta seg sum bólkaleiðara. Tilmeldingin fer fram á somu síðu HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo