Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum 20. til 22. apríl, verður ein forkunnug listaframsýning í Listastovuni.
Tað hevur eydnast fyrireikarunum av Savnsfagnaðinum í Vágum at samla saman ein hóp av áhugaverdum Mikines-málningum.
Hesir málningar verða vístir fram á eini forkunnugari listaframsýning í Listastovuni í Miðvági.
Tað verður møguligt at síggja hesa framsýning ímillum 14.00 og 17.00 leygardagin og sunnudagin. Tað er ókeypis at vtija framsýningina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo