Tórshavnar kommuna: Nýtt tún verður nú gjørt uttanfyri Svimjihøllina í Gundadali.
Verðandi tún, sum varð gjørt í 1982, tá Svimjihøllin varð bygd, er illa farið. Tí verður túnið nú gjørt av nýggjum. Metti kostnaðurin er knappar níggjuhundraðtúsund krónur.
Sáttmálin varð í dag undirritaður við felagið Múrskeiðina um at gera arbeiðið. Tað vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Hallur Danielsen, stjóri í Múrskeiðini, ið skrivaðu undir sáttmálan.
Svimjihøllin í Gundadali hevur árliga eini 150.000 túsund vitjandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo