Í vetrarhálvuni, sum liggur fyri framman, fer SAS at flúgva seks ferðir um vikuna til og frá Føroyum.
Hetta er ein kapasitetsøking á 41% í mun til farna vetur.
SAS hevur flogið níggju ferðir um vikuna til Føroya í summar.
- Vit uppliva ein stóran áhuga fyri Føroyum, og tí økja vit um tilboðini á rutuni, sigur Johan Laurberg Lund Kofoed, talsmaður hjá norðurlendska flogfelagnum.
SAS byrjar uppá vetrarflúgvingina tann 27. oktober.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo