Í kvøld var lagt upp til eitt brak av einum Merseyside derby, tá grannarnir Everton og Liverpool brustu saman á Goodison Park.
Frá fyrsta bríksli var ongantíð nakar ivi um úrslitið.
Í 27. minutti legði stjørnuskotið Jarrad Branthwaite Everton á odda 1-0. Tað var eisini hálvleiksstøðan.
Tá 58 minuttir vóru leiktir sendi Dwight McNeil eitt horna inn í brotssteigin, og har var Dominic Calvert-Lewin hægstur, og stútaði bóltin í netið til 2-0, ið gjørdist endaliga støðan.
Sigurin hevur við sær, at Everton hevur nærum tryggjað sær sæti í Premier League, meðan meistaravónirnar hjá Liverpool fingu eitt skot fyri bógvin.
Næsti dystur hjá Everton er leygardagin á Goodison Park kl.17.30, tá Brentford kemur á vitjan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo