Leygarkvøldið 3. desember kl. 19 bjóðar Kirkjuliga Heimamissiónin til sangkvøld í høllini í Leguhúsinum í Nesvík.
Á skránni verður felagssangur við manskórinum úr Thabor í Fuglafirði, har teir góðu, kendu klassikararnir úr Missiónssangbókini verða sungnir.
Skráin:
- Góður felagssangur
- Jørgen Andreasen, trúboðari, hevur eina andakt
- Pól Johannessen, trúboðari, greiðir frá um gevaratænastu
- Andrias Magnussen, aðalskrivari, greiður frá arbeiðnum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini
Aftaná sangtiltakið verður kaffi og te at fáa.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo