Stevnan skiftir ímillum bygdirnar, og skuldi vera í Húsavík í fjør, men bleiv tá avlýst av koronu, men nú verður stevnan hildin.
Tað er Ungmannafelagið Sólarris, sum skipar fyri, og skráin fyri stevnuna er komin. Hon er rúgvusmikil við nógvum tónleiki og nógvum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Sandoyarstevnan verður sett fríggjakvøldið kl 18.30 á Stórastovutúni. Tað verður Jákup Sørensen, ið setir stevnuna og ítróttarfólk í oynni ganga skrúðgongu.
Aftaná verður grillað í Niklasagarði - tað er millum kirkjuna og Stórastovutún.
Har verða eisini tvær konsertir, onnur við Fríða Sigmundsson og hin við Hanus G. Johansen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo