Talvsambandið: Nú í tíggju ár hevur landskappingin í talvi fyri feløg staðið millum Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag. Feløgini hava eftir tørni vunnið øll tíggjuárini. Tjúguárini byrja við sama lag. Eins og undanfarnu árini er so stutt millum oddaliðini bæði fyri seinasta umfar, tá tey fara undir seinna sínamillum dystin, at hesin innanhýsis dysturin fær aftur støðu sum finala.
Fyritreytirnar eru tær somu sum í fjør. Vágamenn hava munin, og standa seg tí við javnleiki ella teprum ósigri. Havnarmenn mugu afturímóti vinna í minsta lagi 3-1, skulu teir endurvinna meistaraheitið.
Reglurnar eru soleiðis, at tað eru borðstigini, sum telja í fyrsta umfari. Stendur á jøvnum samanlagt valdast sokallaðu dystarstigini. Tað verður roknað á tann hátt, at tvey stig eru fyri vunnan dyst, eitt fyri javnan dyst og einki fyri taptan dyst. Á talvolympiadum hevur í fleiri ár verið kappast soleiðis, at dystarstigini telja fyrst og síðani borðstigini. Sandavágs Talvfelag hevur 15 dystarstig og Havnar Telvingarfelag 14 fyri finaludystin í morgin.
Felagsumfar
Sum vanligt hevur verið í nógv ár, verða seinastu dystirnir í øllum deildum avgreiddir sum stórt felagsumfar. Sandavágs Talvfelag hevur boðið sær at skipa fyri felagsumfarinum í skúlanum á Giljanesi. Longu klokkan 10 fyrrapartin leygarmorgunin verða klokkurnar settar í gongd við tey mongu talvborðini á Giljanesi. Skipað verður kortini soleiðis fyri, at almennu koronatilmælini verða hildin.
Í fjør skipaði Talvsamband Føroya fyri, at leikirnir á øllum fýra borðum í FM-finaludystinum vórðu varpaðir beinleiðis á heimasíðuni, men sum skilst síggja teir seg ikki førar fyri at veita talváhugaðum hesa tænastu í morgin.
Botnstríðið er ikki eins spennandi í 1. deild sum oddastríðið. Kollfirðingar tykjast at standa í eini næstan vónleysari støðu. Einki annað enn ein 4-0 sigur á Klaksvík B kann bjarga teimum, og tað klára teir neyvan við manningini, sum teir hava havt í vetur.
Í 2. deild er eisini alt mestsum avgreitt. Vestmenningar hava vunnið og flyta upp, og lítið røkist fyri, at Runavíkar Talvfelag kann lofta sær undan niðurflyting. Í 3. deild stendur kappingin um uppflyting í 2. deild millum Tofta Talvfelag og talvfelagið Rók í Sundalagnum. Unglingadeildin er liðug - har hevur Havnar Telvingarfelag vunnið.
Stórur spenningur
Sum vera man valdar stórur spenningur fyri avgerandi FM-finaluna í morgin. Fara vágamenn at sigra á heimavølli? Ella fara havnarmenn aftur at gera ein vørr sum í fjør?
Havnarmenn hava havt takið á sandavágsmonnum í teimum seinastu sínamillum dystunum. Seinastu tríggjar ferðirnar hava havnarmenn vunnið stórsigur 3½-½. Men munurin á liðunum er ikki so stórur, og tí er spurningurin, um byrurin verður havnarmonnum so blíður á fjórða sinni við.
Dúgliga hevur verið gitt hvussu liðini fara at manna seg. Sandavágs Talvfelag hevur á sínum styrkilista í vetur havt altjóða meistaran John Arna Nilssen á triðja borði, men útisetin hevur ongan dyst telvað við vágamonnum enn. Skopuningurin hevði verið teimum ein kærkomin fongur í morgin, men óvist er helst, um hann fær steðgað so leingi, at hann nær at sita í sóttarhaldi og síðani telva. Annað ivamál er fótbólturin. Tríggir av føstu manningini eru virknir fótbóltsspælarar í fremstu deildini, tveir í 07 Vestur og ein í NSÍ. 07 Vestur hevur heimadyst móti B68 í morgin klokkan 15.00. Illa ber til bæði at telva og spæla fótbólt við so stuttum skotbrá, tí eingin vissa er fyri, at talvið er liðugt um tveytíðina, tá fótbólturin stundar til. Um sáttmálabundnu fótbóltsspælararnir hava vissað sær frí at telva er so annar spurningur.
Hjá havnarmonnum er neyðin tann, at Martin Poulsen, sum hevur vunnið í øllum trimum seinastu dystunum móti sandavágsmonnum, siglur úti sum maskinmaður, og óvist er, nær hann er inni. Havnar Telvingarfelag hevur fleiri javnsterkar telvarar at manna aftaru borðini. Torført kann vera at taka dagar ímillum Carl Eli Samuelsen, Sjúrð Thorsteinsson og Luitjen Akselsson Apol. Onkur hevur varnast, at nýtt navn er fyri viku síðani komið á listan hjá Havnar Telvingarfelag. Talan er um Jóan Hendrik Andreasen, sum hevur verið á landsliðnum í fleiri talvolympiadum seinastu árini. Útisetin hevur verið heima alla vikuna og er klárur at taka ein dyst fyri sítt barndómsfelag í morgin. Ljósini hava brunnið í nýggju felagshølunum í Finsen nøkur kvøld hesa vikuna. Har hevur stórmeistarin Helgi Dam Ziska sitið við 1. liðshópinum og lagt eina dystarætlan til í morgin. Hann mannar eisini liðið í samráð við allar hinar.
Støðan í 1. deild
1. Sandavágur 25½
2. Havnin 23½
3. Klaksvík 18½
4. Havnin B 16
5. Klaksvík B 14
6. Kollafjørður 10½
10. umfar (13. mars)
Sandavágur-Havnin
Klaksvík-Havnin B
Kollafjørður-Klaksvík B
Innanhýsis úrtøka
Eins og undanfarin ár hava vágamenn verið heldur støðugari enn havnarmenn í vetur. Feðgarnir Torkil Nielsen og føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hava verið við í hvørjum dysti í vetur. Eingin á havnarliðnum hevur verið fastur fúsur. Havnarliðið hevur bara í einum dysti í vetur sett sterkasta lið - t.v.s. at teir fremstu fýra á styrkilistanum hava mannað 1. lið. Tað var í fyrra dystinum móti vágamonnum í desember í fjør.
Her síggjast einstøku úrtøkurnar hjá telvarunum á báðum oddaliðunum í vetur:
Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 5/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/9
3. Silas Eyðsteinsson 3½/5
4. Torkil Nielsen 6½/9
5. Bernhard Augustinussen 3½/4
6. Ingi Wiberg ½/2
Havnin
1. Helgi Dam Ziska 5/6
2. Martin Poulsen 2/3
3. Olaf Berg 3½/6
4. Carl Eli Samuelsen 4½/6
5. Luitjen Akselsson Apol 2/4
6. Sjúrður Thorsteinsson 4/5
7. Rógvi Mortensen ½/2
8. Herluf Hansen 1/2
9. Andrias Ziska 1/2
6-4 til ST
Sandavágs Talvfelag vann sítt fyrsta FM-heiti í 2011. Tá byrjaði ein nýggj tíð í føroyskari telving. Felagið í Sandavági, sum var stovnað í 1969, var í nógv ár elevatorlið millum báðar fremstu deildirnar. Á leið 1980 skeyt seg upp stjørnuskotið Torkil Nielsen, sum brátt vann fleiri FM-heiti í einstaklingstelving.
Hann var rættur fongur á 1. borði hjá Sandavágs Talvfelag í nógv ár, men hevði ikki aðrar javnlíkar aftrat sær til at liðið kundi gera seg galdandi. Ikki fyrr enn synirnir, sum báðir eru úrmælingar at telva, vuksu til, høvdu sandavágsmenn brádliga eitt lið, sum var ment at gera seg galdandi í FM-stríðnum.
Fyrstu árini høvdu teir havnarmenn at hjálpa sær - Carl Eli Samuelsen og Olaf Berg - men síðani Silas Eyðsteinsson legðist aftrat sum hollur fjórði maður á liðnum, hava teir verið mentir at vinna við egnum fólki.
Seinastu tíggju árini hava ikki onnur feløg enn Sandavágs Talvfelag og Havnar Telvingarfelag vunnið liðkappingina. Frá 2013 til 2016 vunnu sandavágsmenn landskappingina fýra ár á rað. Hjá havnarmonnum bragdaði ikki aftur, fyrr enn nýklakti stórmeistarin Helgi Dam Ziska flutti heim aftur at búgva og fór at hjálpa sínum barndómsfelag í kappingini móti vágamonnum.
Roknað fyri hetta tíggjuáraskeiðið hava vágamenn munin á havnarmonnum við 6-4.
2011 ST
2012 HT
2013 ST
2014 ST
2015 ST
2016 ST
2017 HT
2018 HT
2019 ST
2020 HT
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo