Løgmaður hevur tikið stig til at broyta neyðtøkuásetingina í revsilógini til at vera samtykkisgrundaða og harumframt herða revsingina fyri neyðtøku.
Eg fegnist vegna tær kvinnur - og í summum førum menn - ið hava áður verið úti fyri neyðtøku, sum eftir hendingina hava kent seg sviknað av rættarskipanini, tí tær annaðhvørt ikki hava verið tiknar í álvara ella tí brotsmaðurin ikki hevur verið nóg hart revsaður, og at tær av tí orsøk hava kent seg ótryggar.
Tað varð einmælt samtykt á Fólktingi í fjør, at neyðtøkuásetingin í revsilógini skuldi broytast til at vera samtykkisgrundað. Eg má erligt viðganga, at eg ikki væntaði, at tað fór at leggjast fram fyri tingið so skjótt eftir, at tað varð samtykt á Fólkatingi, men løgmaður bar skjótt av og tað er bara at fegnast um.
Hendan broytingin er altavgerandi fyri tey, sum í framtíðini verða útsett fyri kynsligum ágangi og sum í dag ikki høvdu fingið viðhald í lógini, tí sjónlig prógv uppá harðskap ikki eru til staðar.
“Sex krevur samtykki” ljóðaði lýsingaátakið hjá Amnesty, Fólkaheilsuráðnum, Føroya Politi og Sig frá - og skjótt avspeglast hetta í lógini. Eingin skal frameftir kenna seg sviknan av rættarskipanini, tí tað hoyrir ikki heima í einum so tryggum samfelag, sum Føroyar eru.
Eg fegnist um, at hetta verður broytt, við Sambandsflokkinum á odda.
Anna Falkenberg, næstforkvinna í Unga Samband
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo