Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Tvey tey farnu skúlaárini hava næmingar í Runavíkar kommunu, hvørs foreldur eru farin hvør til sítt, havt møguleika at koma í samrøðubólk at tosa um avbjóðingarnar, tað kann hava við sær, tá foreldrini ikki longur eru saman, og alt heima er broytt.

- Er tað so serligt, at foreldur fara frá hvørjum øðrum, tá ið tað eru so nógv, sum skiljast, kunnu vit spyrja. Tað er kanska so vanligt, at vit gloyma, at tað vanliga lívið ikki altíð er so einfalt. Vit geva okkum kanska ikki nóg nógv far um trupulleikarnar, børnini kunnu fáa, tá foreldrini skiljast, júst tí at tað er so vanligt, sigur Durita Jakobsen, barnabólkaleiðari.

Saman við heilsufrøðinginum í Skúlanum við Løkin, sum eisini hevur útbúgving sum bólkaleiðari, hevur hon í tvey skúlaár havt samrøðubólkar fyri næmingar í 4.-6. flokki.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo