Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin taka ikki undir við uppskotinum um orkuískoytið, men mæla samgonguni ístaðin til at gevast við at leggja eyka byrðar og avgjøld á føroysku húsarhaldini.

Ógvusligar príshækkingar hava verið seinastu tvey árini. Fyri tey allar lægst løntu varð í fjør samtykt ein skipan við oljuískoyti, og í ár samtykti eitt einmælt Løgting eitt hjálparískoytið til tey lægst løntu.

Talan var um 12.000 kr.um árið.  Hetta hjálparískoytið fer úr gildi á nýggjárinum, og landsstýrið er ikki komið við nakrari leingjan av lógini.

Ístaðin er landsstýrið komið við fyriliggjandi uppskoti um eitt orkuískoyti, sum verður 5.000 krónur fyri 2024, umframt at treytirnar fyri at fáa ískoytið verða herdar.

Av teimum 680 húskjunum, sum hava fingið hjálparískoytið í ár, væntar landsstýrið, at uml. 200 av teimum ikki fáa rætt til nýggja orkuískoytið. Talan er tí um eitt reint spariuppskot, sum rakar tey allar lægst løntu í samfelagnum. Útreiðslurnar til hjálparískoytið verða í ár góðar 8 mió kr.

Landsstýrið væntar, at fyriliggjandi uppskot við orkuískoyti bert fer at kosta 2 mió kr.næsta ár, t.v.s. ein sparing upp á 6 milliónir kr., sum gongur harðast útyvir tey á niðastu rók í samfelagnum. Hetta er ikki einasta byrðan, samgongan leggur á okkara land.

Í hesum føri á fólk við allar lægstu inntøkunum, sum eisini fáa einarøð av øðrum byrðum frá landsstýrinum at rinda. Sitandi samgongan hevur eina rúgvu av avgjaldshækkingum og lítið skiljandi spariuppskotum.

Bæði persónar og vinna standa fyri skotum.

Fyri persónar:
► Hækka bensin-og dieselavgjald
► Hækka brennioljugjald
► Hækka el-prísin
► Hækka kringvarpsgjaldið
► Minka stuðulin til avlamisbil
► Hækka egingjaldið á heilivág
► Tey allar lægstløntu fáa hópin av avgjaldrokningum, men ongan skattalætta. Harafturat velur samgongan at lækka teirra orkustuðul úr 12.000 kr. í ár niður í 5.000 kr. næsta ár
► Sum einasti bólkur er samtykt, at lestrarstuðulin ikki skal prístalsjavnast í 2024
► Útvald siglandi skulu, sum tey einastu, ið arbeiða heimanífrá, missa frádráttir
► Sjómannafrádrátturin skal skerjast
► Og frádráttir hjá útisiglarum skulu takast burtur

Men:
► Vælbjargaði skulu hava stóran skattalætta

► Akademikarar hava í krónum fingið dupult so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar, og Yngri læknar fáa tríggjar ferðir so stóra lønarhækking sum sjúkrarøktarfrøðingar

► Sendifólk skulu umframt serskipan av ovurstórari skattafríari viðbót fyri maka og børn, eisini hava barnafrádrátt

Fyri vinnuna eru rokningarnar stórar:
► 4-falding av toppskattinum á alivinnuna, sum longu hevur kostað 140 arbeiðspláss
► Munandi hækking av tilfeingisgjaldi á fiskivinnuna og teirra manningar, upp í 36% av landingarvirðinum, t.v.s. áðrenn hýrur og útreiðslur
► Revsitiltøk móti Russlandi, sum bara raka føroyska veitaravinnu og tað meint
► Hækka bensin-og dieselavgjald
► Hækka brennioljugjald á vinnuna úr 0 upp til 100 oyru/ltr.
► Hækka tungoljugjald
► Hækka el-prísin munandi á vinnuna
► Nýtt stórt avgjald á F-gass
► Vinnan skal rinda fyri 7 teir fyrstu sjúkradagarnar í mun til 2 nú
► Vinnan skal rinda størri part av løn til lærlingar, tá teir eru í skúla

Meirilutin heldur, at øll átøkini hjá landsstýrinum gera Føroyar til eitt verri og ójavnari samfelag.

Flestu spariuppskotini hjá landsstýrinum raka hart sperdar familjur, meðan útreiðslur til fyrisiting og lønarhækkingar til tey hægstløntu ótálmað renna avstað.

Landsstýrið er komið viðeini røð av avgjøldum á føroysku familjurnar og einum skattalætta, sum tey lægst løntu fáa lítið og einki av. At taka skatt inn frá fólki og so við til dømis hesum uppskotinum gera fólk til klientar og biðja tey søkja um at fáa pengar aftur er ikki gagnligt fyri samfelagið. Heldur eigur landsstýrið at taka avgjaldsuppskotini aftur og broyta skattalættan, so tey við lægstuinntøkunum fáa ein munandi lætta.

Við hesum viðmerkingum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin
Árni Skaale, Fólkaflokkurin
Johan Dahl, Sambandsflokkurin

Kaj Leo Holm Johannesen, Sambandsflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo