Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Árni Skaale, løgtingsmaður
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Fast Track skipanin
Spurningar:
1. Er tað tilætlað, at ein útlendingur, sum kemur til Føroya at arbeiða umvegis Fast Track skipanina, kann fáa samfylgjandi maka og børn við til Føroya, at samfylgjandi maki kann søkja um uppihaldsloyvi samstundis, sum tann, sum kemur her at arbeiða, og at samfylgjandi makin uttan treytir kann arbeiða, hvar tað skal vera, meðan hetta ikki er galdandi fyri tann, sum er orsøkin til, at familjan kemur til landið?
2. Hvussu metir landsstýrismaðurin um avleiðingarnar av skipanini, serliga talið av útlendingum, sum koma inn umvegis skipanina sum samfylgjandi familja?
3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at endurskoða treytirnar fyri, at samfylgjandi familja hjá útlendingum í Fast Track skipanini fær arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum?
4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa á leið, hvussu long tíð gongur frá tí, at útlendingur missir arbeiðið, til málið um at taka arbeiðs- og uppihaldsloyvið aftur er liðugt viðgjørt?
Viðmerkingar:
Ætlanin við Fast Track skipanini er at nøkta ein bráðfeingis tørv á arbeiðsmegi hjá føroyskum arbeiðsgevarum.
Í dag loyva reglurnar maka at koma til Føroya, uttan at stórvegis krøv verða sett, onnur enn, at tey hava búð saman við tí, sum kemur higar at arbeiða, í hálvtannað til tvey ár, áðrenn tey koma til Føroya.
Samfylgjandi makin fær arbeiðsloyvi og kann tí arbeiða frítt og hjá fleiri arbeiðsgevarum, meðan tann, sum fær arbeiðsloyvi eftir Fast Track skipanini skal arbeiða í minsta lagi 40 tímar um vikuna, og hann kann bara arbeiða hjá einum arbeiðgevara.
Sum skilst kunnu børn, sum eru undir 18 ár og hava búð saman við tí, sum kemur til Føroya umvegis Fast Track skipanina, eisini koma til Føroya sum samfylgjandi familja.
Staðfestast kann, at seinastu árini eru nógvir útlendingar – eisini makar og børn - komnir til Føroya.
Fyri at fáa greiðu á, hvør ætlanin er við Fast Track skipanini, og hvørjar avleiðingar eru av henni, verður hesin spurningur settur.
Á Løgtingi, 9. desember 2024
Árni Skaale
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo