Í einum rørandi brævi biður Marcus Rashford bretskar myndugleikar um at taka sær av útsettum familjum og børnum,
Sambært BBC hevur Rashford arbeitt við felagsskapinum FareShare UK og savnað inn yvir 20 milliónir pund, sum er nokk til at rinda fyri 3 milliónir máltíðir til familjur og børn sum eru illa fyri.
Í einum opnum brævi, sum Rashford hevur lagt út á Twitter, biður hann um at bretskir politikarar skipa so fyri at børn fáa ókeypis máltíðir eisini í summarfrítíðini. Rashford greiður eisini frá sínum egna uppvøkstri og upplivingum við bretsku stuðulsskipanunum.
– Mamma mín arbeiddi fulla tíð fyri minstuløn so vit fingu mat á borðið hvørt kvøld. Men tað var ikki nóg mikið. Samfelagsskipanin er ikki gjørd til at familjur sum mín skulu eydnast, uttan mun til hvussu nógv mamma arbeiddi.
An Open Letter to all MPs in Parliament...#maketheUturn
— Marcus Rashford (@MarcusRashford) June 14, 2020
Please retweet and tag your local MPs pic.twitter.com/GXuUxFJdcv
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo