KVF hevur nakrar frálíkar leiðreglur viðvíkjandi hvussu vit skulu hátta okkum tá ið vit tjakast, men hvussu gongst hjá stovninum at virða sínar egnu leiðreglur?
Omanfyri eina av greinunum á Facebook-vanganum, sum myndin vísir, stendur teksturin: Skavaðu saman restirnar av Fólkaflokkinum í Havnini, soleiðis at eindurreisingin kann byrja.
Tað vil siga, at sambært KVF, so eru fólkini, sum nú manna nýggju nevndina í Havnar Framburðsfelag "ein rest."
Undir hesi greinini, sum myndin vísir, hevur KVF ikki sett nakran kassa við leiðreglunum, men í aðrari grein á vanganum, er kassin við leiðreglunum, sum tey flestu taka undir við.
Tað vil siga, tá ið talan er um Fólkaflokkin og fólkafloksfólk, so er orðið frítt og ongar leiðreglur galdandi?
Her endurgeva vit, hvat KVF mælir okkum øðrum til:
Vit góðtaka ikki innihald, sum:
- birtir undir vánaligum tóna í kjakinum
- er niðurgerandi, hatskt, eyðmýkjandi e.l.
- ikki heldur seg til evnið og/ella avsporar kjakið
- er í stríði við galdandi lóggávu, til dømis æruskemmandi ella rasistiskar viðmerkingar
- avdúkar persónupplýsingar
- hevur í sær harðligar, stoytandi ella diskriminerandi orðingar
- ikki hevur ein persónligan avsendara ella ber dám av spamm, endurtøkum og/ella lýsingaendamáli
Brot á leiðreglurnar
Um tú brýtur leiðreglurnar, tilskila vit okkum rættin at strika tína viðmerking. Tú kanst eisini verða útihýst/ur frá síðu okkara, um misbrot fer fram uppaftur og uppaftur.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo