FSF: Mikudagin 2. september verður U21 EM-undankappingardystur á Svangaskarði á Toftum, har Føroyar fara at taka ímóti Ísrael. Og eini viku seinni, tann 8. september koma norðurmakedónar aftur hendan vegin.
Farna mánadag úttók Sámal Erik Hentze, landslisðvenjari, hópin til komandi uppgávur, og millum teir 20 var Ólavur Niclasen úr KÍ. Men nú hevur vinstrabeinti klaksvíkingurin givið avboð vegna skaða, og í hansara stað hevur U21-venjarin sent boð eftir Arnbjørn Svensson úr Víkingi.
Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo