Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

WADA, altjóða felagsskapurin ið arbeiðir ímóti doping í ítrótti, hevur viðtikið at útihýsa Russlandi frá altjóða ítróttartiltøkum næstu fýra árini, skrivar DR.

Hetta merkir millum annað, at russar ikki kunnu luttaka á Olympisku Leikunum í 2020 og 2022, og teir kunnu heldur ikki vera til næsta HM-endaspælið í fótbólti, sum verður í 2022.

Russland hevur leingi havt trupulleikar við doping í ítrótti, og í september í ár kom fram, at russiski felagsskapurin, ið arbeiðir ímóti doping í ítrótti, hevði snýtt við dopingtølunum hjá russiskum íðkarum og givið skeiv tøl víðari til WADA.

Revsingin hjá Russlandi geldur ikki fyri EM-endaspælið í fótbólti, sum verður næsta ár, og russiskir íðkarar, sum kunnu prógva, at teir eru ósekir, kunnu luttaka á Olympisku Leikunum næsta ár - tó ikki undir russiskum flaggi, men sum uttanveltaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo