Eitt russiskt rakettálop á fleiri sivilmál í ukrainska býnum Tjernihiv í dag hevur kostað sjey fólkum lívið og yvir 100 eru særd. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Millum annað eru eitt leikhús og ein skúli rakt.
- Hetta er eitt forkastiligt álop á sivil mál, hetta er strangliga bannað sambært fólkarættinum, sigur Denise Brown sum fyri ST samskipar ymisk humaniter mál í Ukraina, nú ímeðan kríggið leikar á.
Russisk herlið tóku Tjernihiv í februar í fjør, men eru síðani rikin úr aftur býnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo