Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

55-76% av klagum um ófrið, eru um Russisk skip og umskiping frá Russiskum skipum.

Heimafriður hevur gjørt kanning, sum avdúkar, at virksemið hjá russiskum skipunum við føroyskar havnir er atvoldin til nógv tær flestu klagurnar til Heimafrið og føroyskar myndugleikar.

Kanningin, sum Heimafriður hevur gjørt, vísir nevnliga at 55-76% av klagum um óljóð eru um russisk skip og umskiping av russiskum skipum
Heimafriður hevur gjørt eina innanhýsis kanning av innihaldinum av klagum og ljóðmátingum í einum eittára tíðarskeiði. Kanningin er gjørd fyri at fáa eina mynd av, hvat slag av skipum ella virksemi er atvoldin til flest ampar fyri fólk, sum búgva nærhendis føroyskum havnum.

Fyri at tryggja, at hald er í klagunum frá klagaranum, hevur felagið bert tikið tær klagur við, har dokumenterað ljóðmáting, eftir fortreytunum, hevur víst, at ljóðstøðið var ov høgt, og at orsøk tí var til at klaga.

Kanningin umfatar bert klagur um ljóðampar frá skipum. Kanningin umfatar klagur úr Kollafirði í tíðarskeiðinum millum 1.januar 2021 til 31. mars 2022.

Kanningin umfatar ljóðampar frá 56 skipum. Tíðarskeiði er tilvildarligt. Orsøkin til at Kollafjørður er valdur til kannininga er, at flestar ljóðmátingar eru gjørdar har, og tí at havnin í Kollafirði er væl umboðandi fyri skipabólkar og  ymiskum slagi av virksemi. Kanningin avdúkar eina týðiliga mynd av, hvat virksemi er atvoldin til flestu amparnar.

Kanningin vísur nevnliga, at millum 55 – 76 prosent av øllum skipum, sum klagað varð um í tíðarskeiðinum 1. januar 2021 til 31.mars 2022, eru russisk skip og avleiddum virksemi í sambandi við umskipan millum skip við føroyskar havnir.

► 55 % av samlaðu ljóðmátingunum í tíðarskeiðinum eru av skipum undir russiskum flaggi.

► 31% eru skip undir “øðrum flaggi”. Hyggja vit nærri at hesum bólki av skipum, er talan aloftast um frystiskip, sum umskipa millum russisk skip. Tískil roknar felagið hesi skip at vera partur av russiska virkseminum við føroyskar havnir. 

► 14 % eru føroysk skip.

Skaðiligt undantaksloyvi og lógloysi
Sambært løgtingslóg nr. 152 § 26, stk.1 (Sjófeingislógin), er bannað førum undir fremmandum flaggi at fáast við at umskipa veiðu, uppskipa veiðu, virka umborð, pakka ella á annan hátt handfara veiðu ella úrdrátt úr veiðu, umskipa útgerð ella ankra við tí í hyggju at taka lut í umskiping av veiðu ella taka inn útgerð.

Men sambært kunngerð nr. 157 frá 30. desember 2019 um fiskiskap hjá skipum undir russiskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2020 § 29 stk. 2 kann Vørn loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn, samsvarandi galdandi NEAFC-reglum hesum viðvíkjandi.

Føroyar geva russisku skipunum og tilhoyrandi virkseminum serloyvi at umskipa við føroyskar havnir.

Tí er tað óhugnaligt, at kanningin hjá felagnum avdúkar, at tað paradoksalt er júst hetta virksemið, sum er orsøkin til at fólk nærendis havnum í Føroyum ikki fáa heimafrið.

Niðurstøðan er tann, at russisku skipini og tilknýtta virksemið til umskiping við føroyskar havnir, hevur stórar avleiðingar fyri fólk, sum búgva nærendis ávísum havnum í Føroyum. Hóast kanningin tekur útgangstøði í umstøðunum á Signabø, er myndin nakað tað sama í hinum stóru havnunum í Føroyum, undantikið í Tórshavn.

Tað, at Føroyar geva russisku skipunum undantaksloyvi at umskipa við bryggjur í Føroyum, hevur stórar umhvørvisligar, likamligar, sálarligar og sosialar avleiðingar við sær.

Heimafriður hevur áður ásannað, at lógloysi valdar á økinum og eftirlitskyldan verður ikki framd av føroysku myndugleikunum. Samstundis geva føroyskir myndugleikar undantaksloyvi til dálkandi, skaðandi og møguligt ólógligt virksemi.

Vegna Heimafrið
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo