Russiskir myndugleikar vátta nú, at leiðarin í Wagner herinum, Jevgenij Prigozjin, er deyður í flogvanlukkuni sum hendi fyrr í vikuni.
Sambært kanningarnevndini eru fólkini sum vóru umborð á flogfarinum tey sum stóðu á ferðafólkalistanum.
Tað hevur annars verið gitt, at Prigozjin ikki var við flogfarinum, hóast hann stóð á listanum við ferðafólkum.
Men russar vátta nú, at hann er deyður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo