Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgtingsins Umboðsmaður: Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Runavíkar kommunu í sambandi við, at ein borgari søkti um grundstykki. Umboðsmaðurin helt, at kommunala reglugerðin fyri tillutan av grundstykkjum var ikki nóg greið, og kommunan hevði í tveimum førum ikki hildið egnar mannagongdir í sambandi við tillutan av kommunalum grundstykkjum. Hetta hevði, at sýna til, ført við sær ólíka viðgerð av borgarum. Umboðsmaðurin gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av umsókn klagarans, herundir fyri ikki at hava eina nóg greiða reglugerð fyri tillutan av kommunalum grundstykkjum, fyri viðgerðina av eini innlitsumbøn og fyri ikki at hava givið klagaranum svar til skrivligu fyrispurningar hansara innan rímiliga tíð. Umboðsmaðurin heitti á Runavíkar kommunu um beinanvegin at dagføra og eftirmeta reglugerðina fyri tillutan av kommunalum grundstykkjum.Ein borgari søkti um grundstykki hjá Runavíkar kommunu í apríl 2023. Hann setti seg í samband við kommununa fleiri ferðir yvir eitt tíðarskeið fyri at fáa eitt grundstykki og bað eisini um innlit í grundstykkjalistan, og hvussu grundstykkir vórðu tillutað. Eftir at hava mint kommununa á umbønina, svaraði kommunan, at grundstykkjalistin var ikki almennur. 

Í februar 2024 fekk borgarin tillutað grundstykki til hægri kostnað, sum fyri vinnufyritøkur, við teirri grundgeving, at hann átti hús í kommununi. Borgarin vísti á, at aðrir borgarar høvdu fingið tillutað grundstykki fyri lægri kostnað, hóast hesir áttu hús í kommununi, tá teir søktu um grundstykki. Hann kendi seg tí fyri mismuni og vildi verða javnmettur við aðrar borgarar í kommununi. 

Eftir at hava mint kommununa á málið fleiri ferðir, sendi borgarin umboðsmanninum eina klagu. 

Umboðsmaðurin helt, at reglugerðin fyri grundstykkjalistan hjá Runavíkar kommunu ikki hevði nóg greiniligar ásetingar um treytirnar fyri at fáa tillutað kommunalt grundstykki. Í reglugerðini sást millum annað ikki viðtøkan hjá Byggi- og býarskipanarnevndini um, at metti útveganarkostnaðurin skuldi rindast fyri stykkir til vinnufyritøkur til bygging av sethúsum ella líknandi. Ei heldur sóust í reglugerðini tær treytir, sum kommunan kunnaði umboðsmannin um undir klagumálsviðgerðini. Umboðsmaðurin vísti á, at ein greið reglugerð eigur at vera grundarlagið undir málsviðgerðini, og ein greið reglugerð er við til at tryggja, at mál, ið eru eins, verða viðgjørd eins.

Umboðsmaðurin kannaði umstøðurnar fyri tillutan av grundstykkjum, sum klagarin hevði víst á, og gav Runavíkar kommunu eina átalu fyri málsviðgerðina av umsókn klagarans. Umboðsmaðurin heitti eisini á Runavíkar kommunu um beinanvegin at dagføra og eftirmeta reglugerðina fyri tillutan av kommunalum grundstykkjum.

Les alt álitið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo