Lógaruppskotið hjá bretsku stjórnini um at senda asylsøkjarar til asylmóttøkur í Ruanda er nú samtykt í bretska parlamentinum.
Yvirhúsið fanst at lógaruppskotinum og sendi tað fleiri ferðir aftur til Undirhúsið við kravinum um broytingar, men góðtók at enda ikki at gera fleiri broytingar, skrivar BBC.
Umstrídda lógaruppskotið hevur í tvey ár skapt politiskt stríð og eisini stríð í rættarverkinum.
Sambært forsætisráðharranum Rishi Sunak fara fyrstu flogførini við asylsøkjarum sum verða sendir til Ruanda um 10 til 12 vikur, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo