Rappararnir og hiphoppararnir úr RSP hava veruliga tikið føroyingar av bóli, við teirra altíð orkufyltu framførslum og ópoleraðu tekstum. Bólkurin hevur livað í undirgrundini í nøkur ár, og eru RSP nú kendir fyri, at tora at seta orð á tað, ið onnur ikki tosa um.
Teir rappa um skuggasíðurnar av samfelagnum, teir flirta við áhoyrarafjøldini og teir eiga pallin, sum eingin annar. Áhoyrara fjøldin kókar, tá RSP fara á pallin og í 2023 koma teir á OY Voxbotn.
Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn og Katrina frá Katrina & The Waves, koma á OY Voxbotn 2023.
Vit gleða okkum at kunngerða enn fleiri nøvn í næstum, tí OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.
Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, í Power í SMS, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,
OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, Eta, Burger King, Effo, Coca Cola og Nema.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo