Upptøkurnar til krimifilmin «The Irishman» eru byrjaðar, og her ganga Al Pacino (77) og Robert De Niro (74) í The Bronx í New York undir upptøku.
Talan er um Netflix-film sum helst verður at síggja einaferð í 2019.
Filmurin byggir á sonnu søguna um fakfelagsleiðaran Jimmy Hoffa (Al Pacino) sum hvarv, og var helst myrdur.
Robert De Niro hevur leiklutin sum Frank Sheeran, sum eisini starvaðist í fakfelagnum, og sum var undir illgruna at hava samband við mafiuna, sambært Aftonbladet.
Frank Sheeran var 193 sentimetrar høgur, meðan Robert De Niro er bara 177 sentimetrar, tað vil siga 16 sentimetrar ov stuttur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo