Løtan tá tú onki lærdi meira, var løtan tá tú doyði
- Jack Nicholson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Sunnudagur 29 Desember 2024
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Seinnapartin vóru fyrstu leikirnir fluttir í EM-stevnuni fyri landslið í talvi. Kappingin er í Budva í Montenegro. 38 lond eru við. Av smátjóðunum í Evropa eru Føroyar einsamallar millum tey stóru. Einki av hinum níggju liðunum í smálandakappingini, sum júst hevur verið í Jersey, er við í EM-kappingini.

Hetta er triðja ferðin, at Føroyar eru við. Fyrsta ferðin var í 2015. Tá var telvað í Íslandi. Talvsambandið setti tá sum treyt, at vóru fimm teir fremstu av okkara telvarum til dystin fúsir, so varð meldað til. Sama var í 2017. Báðar ferðir mannaðu somu fimm telvarar føroyska liðið.

Úrslitini vóru nøktandi. Vit hildu okkara styrkismeting báðar ferðir. Tá eydnaðist at fáa góð úrslit móti okkara javnlíkum, og í teimum torføru dystunum hepnaðist eftir umstøðunum væl í fleiri førum. Eitt av bestu einstøku dystarúrslitunum var 2-2 javnleikurin móti Danmark í Laugardalshøllini í 2015. Helgi og Rógvi vunnu á 1.- og 4. borði. Tað fløvaði sum vera man - ikki minst at Helgi koppaði sterkasta danska telvaranum, Sune Berg Hansen.

Eingin Helgi
Og nettupp tað, at føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska ikki er við hesaferð, ger, at nógv stendur á okkara telvarum.

Helgi var ein tryggur brimgarður í dystum móti so sterkum liðum, sum kappast í EM. Á Kreta í 2017 var Helgi ósigraður á 1. borði í sjey dystum. Millum mótstøðuliðini vóru so frægar talvtjóðir sum Spania og Norra - Magnus Carlsen var tó ikki á 1. borði tann dagin. Helgi hevði 2618 í ratingavriki á Kreta í 2017.

Í 2015 endaðu Føroyar nummar 34 av 36 liðum, og í 2017 vóru vit nummar 36 av 40 liðum. Úrtøkan hjá okkara monnum var henda:

EM 2015 (Reykjavík)

Føroyar 34 (36)

1. IM Helgi Dam Ziska 4½/8

2. IM John Rødgaard 1½/7

3. FM Høgni Egilstoft Nielsen 2/7

4. FM Rógvi Egilstoft 4/8

5. IM John Arni Nilssen 1/6

EM 2017 (Kreta)

Føroyar 36/40

1. GM Helgi Dam Ziska 4½/7

2. FM Høgni Egilstoft Nielsen 3½/9

3. FM Rógvi Egilstoft 4½/8

4. IM John Rødgaard ½/6

5. IM John Arni Nilssen 1½/6

Móti Grikkalandi
Í fyrsta umfari í dag telva Føroyar móti Grikkalandi, sum er styrkismett nummar seytjan. Teir hava stórmeistarar á øllum borðum.

Eitt hálvt stig í dag hevði verið kærkomið.

Til ber at fylgja við leik fyri leik á netinum. Eitt mið er heimasíðan chess24.com. Talvsamband Føroya fer helst at leggja leinki út.

Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14 í dag. Hesir telva í dag í dystinum millum Føroyar og Grikkaland:

1. umfar (EM-stevna í talvi - 11. november 2023)

o.

36

Faroe Islands

Rtg

-

17

Greece

Rtg

 

17.1

FM

  

2387

-

GM

  

2619

 

17.2

FM

  

2291

-

GM

  

2573

 

17.3

FM

  

2254

-

GM

  

2623

 

17.4

IM

  

2281

-

GM

  

2543

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo