Veðrið er versnað munandi í mun til fyrr í dag, og hevur hetta nú fingið avleiðingar fyri m.a. flogferðsluna.
Flogfarið hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn, sum skuldi lenda kl. 19.50, fekk ikki sett seg vegna veður.
Flogfarið fór í staðin til Bergen, og sambært fae.fo stendur tað til at lenda í Vágum kl. 13.15 í morgin.
Øll hini flogfarini hava flogið eftir ferðaætlanini í dag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo