Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Eftir sagnarkenda filmin um kópakonuna í Berlin, Undine, og tíðarleysa flóttan í Marseille í filminum Transit, er týski meistarin, Christian Petzold, frammi við nýggjum filmi - Roter Himmel. Týska filmsstjørnan, Paula Beer, hevur aftur høvuðsleiklutin. Hana sóu vit eisini í holoucaustfilminum Stella fyri tveimum vikum síðan.

Tá Leon og Felix (Thomas Schubert og Langston Uibel) koma til vøkru summarhúsini við týsku strondina í Eystrasalti, er ætlanin, at egosentriski Leon skal halda fram at skriva aðru bókina, og Felix skal fyrireika seg at sleppa inn á Listaháskúlan.

Men hin lívliga vertinnan, Nadja (Paula Beer), órógvar alt arbeiðið, ikki minst tá um kærleikan ræður. Men bráddliga verður himmalin upplýstur av skógareldi, ið náðileyst tekur seg fram eftir sólsvidna lendinum, og etur seg nærri og nærri vinfólkunum, sum eru í summarhúsinum við strondina.

Nýggjasti filmurin, eitt karakterdrama, hjá fremsta týska leikstjóranum, fekk Silvurbjørnina í Berlin. Týskir filmsummælarar, Verband der deutschen Filmkritik, hevur givið Roter Himmel virðisløn sum besti filmur í ár og við besta handriti. Altjóða ummælarar siga eisini, at hetta er stuttligasti filmur hjá hinum ofta álvarsma Petzold.

Næsti filmur er hin nýggi danski Fuld af kærlighed, sum Súsanna O. Skaale fer at innleiða.

Filmsfelagið: 5/6 kl 20:00 Reyður himmal (Roter Himmel, Christian Petzold, Týskland 2023 102 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo