Nato-londini gjørdust í dag samd um regionalar ætlanir um hvussu alliansan skal svara álopum frá Russlandi aftur, upplýsa diplomat-keldur fyri Reuters.
Hetta er fyrstu ferð Nato hevur lagt slíkar ætlanir síðani kalda kríggið endaði.
Turkaland hevur leingi spent bein fyri ætlanini av orðaljóðinum um millum annað Kýpros, men í dag megnaði so alliansan at savna øll Nato-londini um ætlanina, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo