Ágrýtni og nýskapandi bólkurin, Rend Collective úr Írlandi, kemur nú til Føroya.
Rend Collective er ein norðurírskur bólkur, ið spælir nýskapandi fólkatónleik. Síðan 2010 hevur bólkurin verið rættuliga virkin á altjóða pallinum og útgivið 7 útgávur umframt fleiri stakløg. Eisini hava tey verið í uppskoti til fleiri virðislønir, m.a. á Klove.
Bólkurin hevur áður verið á konsertferð við eitt nú Chris Tomlin, Christy Nockels og Kari Jobe, ið eru kend nøvn innan kristna tónleikapallin.
Komandi ár verður bólkurin á konsertferð í Evropa og verður konsert í Føroyum 8. juni í Kelduni í Skálafirði. Fyrireikanir úr Kelduni siga, at hetta avgjørt verður ein konsert á heimsstøði og verður atgongumerkjasølan latin upp í dag.
-
Nøkur løg kunna hoyrast her:
• Build you're kingdom here
• My lighthouse
• Joy of the lord
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo