Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Stórseljandi og virðislønti Rasmus Seebach spælir á Summar Festivalinum 2019.

Tað boða fyrireikararnir frá í dag. 

Rasmus Seebach er helst størsta poppnavnið í kongaríkinum. Hann fekk gjøgnumbrot við sanginum »Engel« í 2009, og síðani hevur hann skrivað eitt hitt fyri og annað eftir – sangir sum »Olivia«, »Lidt i fem«, »Natteravn«, »I mine øjne«, »Glad igen« og »Nangijala« bara fyri at nevna nakrar. 

Rasmus Seebach er tann fólkakæri poppsangarin, sum er framúr á pallinum, hann har hann spælir saman við sínum stóra og væl spælandi bólki. Tónleikurin er tíðarleysur og fangandi poppur, sum fólki í øllum aldri dámar. 

Rasmus Seebach spældi á Summar Festivalinum í 2011, og tað er framvegis ein av bestu konsertunum, sum hevur verið á festivalinum. Síðani hevur Seebach givið fimm útgávur út, og nú er hann til reiðar at koma aftur til Føroya at spæla konsert. Tað verður sjálvsagt á landsins størsta palli á Vágsbø. 

– Seinnu árini hava vit javnan tosað saman, og Rasmus Seebach vildi sera fegin aftur til Føroya at spæla. Nú bar til hjá báðum pørtum at gera eina avtalu um framførslu. Tað eru vit sera fegin um, tí Rasmus Seebach er eitt av størstu poppnøvnunum á okkara leiðum og passar sera væl til Summar Festivalin, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august 2019. Forsøla er í Telebúðum og á heimasíðuni sf.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo