- Eg eri føddur í 1976, og vaksin upp við eini fordøming av øllum republikanskum forsetum - Reagan, báðum Bush og nú Trump - men vit dáma allar forsetanar hjá demokratunum, líkamikið hvat teir finna uppá, skrivar millum annað varaformaðurin í norska Senterpartiet, Ola Borten Moe.
- Obama fekk friðarheiðurslønina uttan at hava gjørt nakað sum helst, Al Gore fyri at gera ein film.
- Hintar familjan Clinton okkurt um Noreg ella onkran sum býr í Noreg, so er fagnaðurin stórur.
- Og vit geva teimum pengar.
- Nixon hevur fingið eitt ringt eftirmæli, hóast hann endaði kríggið í Vietnam, sum Kennedy og demokratarnir byrjaðu.
- Hann byrjaði normaliseringina av sambandinum við Kina, og fekk í lag fyrstu avtaluna við Sovjetsamveldið um avdubbing (SALT/ABM).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo