Leygardagin 20. november klokkan 15-17 letur ein forkunnug og fjálg framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Randi Samsonsen.
Heitið á framsýningini, Blue Velvet sipar bæði ítøkiliga til verk, sum eru framleidd úr djúpbláum velour, men heitið er eisini myndamálsliga hugsað við atliti til huglagið á framsýningini, sum um somu tíð er nostalgiskt og progressivt.
Talan er um tekstillist - tað taktila hevur stóran týdning í verkunum, sum mann fær hug at nerta við, kela ella kanska beinleiðis balla seg í. Kompositiónirnar hjá Randi Samsonsen tykjast í fleiri førum øðrvísi hvassar og geometriskar við beinum strípum og netmynstrum.
Eitt monumentalt verk, sum sæst ovast her, er sett saman við strípum av tveimum sløgum av tilfari og minnir næstan um persiennir ella okkurt slag av gardinum.
Strípurnar eru partvíst bláar í einum volurklæði, sum er sett saman við einum blómuprýddum klædnastykki og tí, at figuratión ofta vinnur av tí, at eygað av sær sjálvum letar eftir onkrum at kenna aftur, so er tað fyrst blómurnar, tú sært.
Men longu meðan tú ert í ferð við at taka vakurleikan inn og fata blómurnar, teirra litir og lív, mást tú blinka, og tá eygað verður uppafturlatið er tað brádliga eins og djúpbláa myrkrið tekur seg fram í myndini.
Hetta verkið er nógv meira álvarsligt enn mann skuldi hildið og snýr seg um annað og meira enn estetisk fyribrigdi.
Ein annar grundlitur á framsýningini er brúnt, sum listakvinnan lýsir eins og ein lit, ið fevnir um allar litir. Um tilfarið velour sigur hon, at tað áhaldandi broytir litirnar, alt eftir hvaðani tað sæst og hvussu ljósið fellur á tað og so er tað minnini, sum bæði tilfar og litir seta gongd á.
Upplatingin í Víngarðinum verður hildin sambært almennum tilmælum og tessvegna krevst coronapass.
Kinna Poulsen er kurator.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo